Farvæl, Poul?

Heðin Mortensen tímir ikki longur at keglast við formannin í Grunninum Tórsvølli. Tí segði hann seg úr nevndini í Grunninum í gjár. Heðin er kortini enn formaður í byggi- og býarskipanarnevndini. Og haðani ætlar hann sær at kanna tórsvallarætlanina út í æsir

Høgni Mohr


Heðin Mortensen er ikki longur nevndarlimur í Grunninum Tórsvølli. Fyrrapartin boðaði hann formanninum, Poul Michelsen, frá, at hann ikki vil vera við í nevndini longur.

? Mín ætlan var at royna at stýra nýggju tórsvallarætlanini so tætt upprunaætlanini sum gjørligt, men tá eg kenni á mær, at eg ikki havi ávirkan, so havi eg heldur ongan áhuga, sigur Heðin Mortensen, sum kortini heldur tað vera frálíkt, at vøllurin er komin.

Heðin Mortensen ætlar sær nú at líta frammeftir í vallarhøpi, og serliga við eini rennibreyt fyri eyga. Hann sigur seg vera ómetaliga vónsviknan, tí rennibreytin varð løgd til viks, men hann ætlar sær at gera sítt til, at bera í bøtuflaka fyri skerdu vallarbyggingini.

? Hóast eg havi lagt eina av mínum mongu kasjettum til viks, fari eg sum býráðspolitikari at bera so í bandi, at tær 3 milliónirnar, játtaðar eru til rennibreytina, verða nýttar sum ætlað. Frælsi ítrótturin skal ikki vera við sviðusoð, tað er vist, sigur Heðin Mortensen, ið sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini fer at leggja orku í, at allar illgitingar um tórsvallarætlanin verða kannaðar.


Kanning er sjálvsøgd

Fundur varð í byggi- og býarskipanarnevndini í gjár klokkan 15.00, og nevndin skuldi m.a. umrøða Tórsvøll og áðurnevndu illgitingar.

? Vit skulu hava ein góðan og tryggan vøll. Áskoðarapallurin fekk skaða í vindinum tórsmorgun, og hetta krevur kanning. Dettur eitt flogfar niður, verður vanliga ikki farið á flog við somu flogførum, áðrenn kannað hevur verið, hvør orsøkin til óhappið var, sigur Heðin Mortensen, og leggur afturat, at onki »hokus pokus« er í kanningarætlanunum hjá byggi-og býarskipanarnevndini.

? Eg vóni, at onki ófrættakent kemur undan kavi í hesum kanningum. Mín vón er bert, at alt er í lagi, so vit kunnu líta frameftir, sigur Heðin Mortensen

Poul Michelsen, formaður í Grunninum Tórsvølli, hevur sambært Heðini sjálvum tikið uppsøgnina til eftirtektar.

? Eg havi ongantíð ynskt at verið í stríði við Poul. Vit hava fyrr framt fleiri ætlanir í felag, og tað hevur verið í fínasta lagi. Men nú er keglaríið við Poul Michelsen tíbetur liðugt, sigur ein fegin Heðin at enda.