FAS alternativ inntøkukelda

Við broytingunum í skipanini og við miðvísari marknaðarføring byrja útlendsk reiðaríir nú av álvara at vísa FAS áhuga. Eitt svenskt reiðarí hevur skrásett eitt skip undir FAS, og væntandi fylgja fleiri eftir aftaná summarfrítíðina

1. januar í ár bleiv skattaskipanin í FAS broytt. Frá at reiðaríini fingu afturborið 28% av 33% skattinum, varð hendan afturbering broytt soleiðis, at reiðaríini nú fáa allan skattin aftur. Samstundis bleiv skatturin á tonnaguni lækkaður soleiðis, at FAS er vorðið nógv meiri áhugavert fyri útlendsk reiðarí.

Hetta saman við einari miðvísari marknaðarføring av skipanini hevur ført til, at tað fyrsta av væntandi mongum svenskum skipum nú er skrásett undir Føroyskari Altjóða Skipaskráseting.

Tommy Petersen frá FAS sigur, at talan er um eitt reiðarí, sum »matchar« væl til FAS í einari uppbyggingar fasu. Hartil heldur hann, at tað hevur havt nógv at siga, at tað er lætt at fáa fatur í bæði FAS-umsitingini og Skipaeftirlitinum.

Við svenska skipinum eru nú 34 skip skrásett undir FAS, og hesi eru úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Noregi og nú altso eisini Svøríki.

Og við skattabroytingunum sær nú út til, at munandi fleiri skip fara at lata seg skráseta undir FAS.

 

Gamal tanki

Lars Høglund, sum er stjóri í Fure Tankers, sigur, at teir í mong ár sigldu upp á Føroyar við olju.

- Frá 1979 og fram til 1995 sigldu vit javnan upp á Føroyar við olju. Vit løgdu oljuna upp inni á Sundi til Sundsverkið umframt til Havsbrún í Fuglafirði, sigur Lars Høglund.

Um orsøkina til, at teir júst hava valt Nólsoy sum skrásetingarhavn sigur Lars Høglund, at tað ikki er púra av tilvild.

- Tá vit komu undan Hetlandi í illveðri, var Nólsoy fyrsta landið, sum gav okkum le. Hartil búgva vit sjálvir á einaru lítlari oyggj í skergarðinum uttan fyri Göteborg, so mettu tað passandi at velja Nólsoy sum skrásetingarhavn, sigur Lars Høglund.

Hetta at skráseta skipini í FAS er ikki nakar nýggjur tanki.

- Longu í 1998 kannaðu vit møguleikarnar at skráseta okkara skip undir FAS. Men tá var skipanin hjá tykkum ikki so tiltalandi sum hjá øðrum altjóða skipaskrásetingum, og tí varð einki av ætlanunum tá, sigur Lars Høglund.

 

Nógv reiðarí

Á lítlu oynni í skergarðinum – sum er enn minni enn Nólsoy – eru heili 10 reiðaríir við tilsamans 50 skipum. Tað búgva um 1500 fólk á oynni.

Fure Tankers eiga seks skip, sum øll eru kemikaliuskip. Tað fyrsta, Fure Star, er sum nevnt longu skrásett undir FAS, og tað næsta, sum er systirskip til Fure Star, verður skrásett um eina viku ella tvær.

Skipini hjá Fure Tankers hava annars verið skrásett undir NIS, sum er norska altjóða skipaskrásetingin.

- Tó at vit eru kappingarneytar, hava vit reiðarí á Donsö eitt ávíst tekniskt samstarv. Talan er um tilsamans 50 skip sum reiðaríini á oynni eiga, og tí er tað ein potentionellur møguleiki, at fleiri skip av oynni verða skrásett undir FAS, sigur Lars Høglund.

Hann sigur, at fýra onnur reiðarí nú kanna møguleikan at lata nøkur av sínum skipum skráseta undir FAS.

- Starvsfólkastjórin hjá okkum fer til Føroya eftir Jóansøku, og tá skal hann millum annað seta seg inn í viðurskiftini hjá Navigatiónsskúlanum og kanna eftir, um eitt samstarv eisini kann fáast í lag har, sigur Lars Høglund.

 

Koma á »hvíta lista«

Stjórin í Fure Tankers leggur dent á, at føroyska flaggið er eitt »veruligt« flagg og ikki eitt hentleikaflagg.

- Nú vóna vit bara, at Føroyar og FAS koma á Hvíta Listan, so FAS kann viðurkennast á hægsta støði. Í løtuni eru tit á Gráa Listanum, men eg veit, at tit arbeiða íðið við at koma á Hvíta Listan, sigur Lars Høglund.

Listar, sum IMO í París ger, og sum flokkar londini frá hægstu viðurkenning til hentleikalond.

- Talan er um tríggjar flokkar. Hvíta Lista, Gráa Lista og Svarta Lista. Fyri nøkrum árum síðani vóru vit niðarliga á Gráa Lista, men seinastu tíggju árini hava vit havt eina javnt uppgangandi kurvu, og nú nærkast vit Hvíta Lista, sum jú eisini sjálvandi er málið, sigur Tommy Petersen.

Hann sigur, at tað er stóra arbeiðið, sum Skipaeftirlitið hevur gjørt, sum hevur ført okkum upp móti Hvíta Lista.

- Sjálvandi kenna reiðaríini okkara støðu á Gráa Lista, og tey vita eisini, at vit førka okkum móti Hvíta Lista, og tað er eisini tí, at tey lata seg skráseta undir FAS, sigur Tommy Petersen.

Hetta er ein alternativ inntøkukelda hjá landskassanum, tí sjálvt um skattaafturberingin frá hýrunum nú er 100%, so fær landið tonnaguskatt og tann partafelagsskatt, sum útlendsku reiðaríini rinda gjøgnum føroysku dóttirfeløgini.