Shipping
Tað var Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum setti Shipping Føroyar 2008 í morgun. Hann legði fyri við kenda orðafellinum, sum Pompejus hin Stóri brúkti, tá ið hann gav boð til rómverjar um í ódnarveðri at sigla korn úr Afriku heim til Rómaborg. Orðini vóru hesi: ”Navigare necesse est, vivere non est necesse” – ella ”At sigla er neyðugt, men ikki at liva”.
Løgmaður segði, at landsstýri og samgonga hava eina politiska skyldu til at seta út í kortið og skapa fortreytir fyri, at landið framhaldandi kann mennast.
- Vit skulu við árvakni leita eftir møguleikum, soleiðis at allir møguleikar verða gagnnýttir til fulnar. Í hesum arbeiði hava vit ikki loyvi til at lata teigar liggja í órøkt. Endamálið við hesi ráðstevnu er júst at gera vart við, at her liggur lendið, sum bíðar eftir, at hakin verður meira dúgliga brúktur,
Jóannes segði, at sitandi samgonga hevur sett fokus á sjóvinnuna og á FAS-skipanina, har henda skipan skal gerast kappingarfør við líknandi skipanir uttanum okkum.
- Tað skal ikki vera nakar beinleiðis fyrimunur at velja eina aðra skráseting fram um okkara, legði hann aftrat.
Løgmaður segði eisini, at FAS-skipanin hevur ikki megnað at gagnnýtt teir møguleikar, sum ein altjóða skipaskráseting hevur.
- Her hava vit møguleikar at draga at okkum útlendsk skip og reiðarí og at menna nýggjar inntøkuvinnur innan sjóøkið.
Hann vísti á, at allar samgongur síðan 1992 hava havt eitt ynski um at bøta um FAS-skipanina, tó uttan úrslit.
- Men nú fer tað at henda. Málið er, at ein endurskipað FAS-skipan fer at økja um føroyska farmaskipaflotan og harvið økja um avleitt virksemi og inntøkurnar til Føroya, segði løgmaður, tá hann setti Shipping Føroyar 2008 i morgun.