Uni Arge
------------
Stórar vónir vórðu settar til FAS-skipanina, tá hon kom í 1992. Skipanin varð upprunaliga sett í verk at forða fyri, at farmaskip og ferðafólkaskip, ið tá vóru skrásett undir føroyskum flaggi, ikki skuldu fara undir fremmant flagg. Ein onnur ætlan var, at samfelagið kundi fáa munandi inntøkur burturúr, at útlendsk skip skrásettu seg í skipanini.
Í dag eru 36 skip í FAS-skipanini, men flestu teirra eru smá, og árligu inntøkurnar eru nakrar tíggjutals milliónir krónur. Teimum flestu hevur leingi verið greitt, at skal skipanin gerast ein verulig inntøkukelda, mugu ábøtur fremjast, og tí setti landsstýrið niður ein arbeiðsfólk í 2005 við tí endamáli at endurskoða skipanina.
Í arbeiðsbólkin vórðu valdir táverandi stjórin á Skipaeftirlitinum, Óli Hans Hammer Olsen, Jákup Eyðfinn Kjærbo, ráðgevi hjá Toll- og Skattstovu Føroya, og Jóhan Hendrik Svabo Samuelsen, deildarleiðari á Almannastovuni. Skrivari var Petur Elias Nielsen, løgfrøðingur. Arbeiðsbólkurin læt sítt álit úr hondum í januar 2006.
Ógreið umsiting
Um skipanina sum heild segði arbeiðsbólkurin, at lógarverkið eigur at verða savnað í somu lóg, tí um skipanin eins og nú verður umsitin eftir fleiri ymiskum lógum, skerjir tað gjøgnumskygnið og kann hava við sær tilvildarligar broytingar.
Bólkurin vísti eisini á, at heili seks aðalráð á ein ella annan hátt hava við avgreiðslu í sambandi við FAS-skipanina at gera. Hetta hevur hevur havt við sær, at vinnan sjáldan veit, hvar hon skal venda sær við ítøkiligum fyrispurningum. Tá fyrispurningar eru, verða teir ofta beindir víðari, og mangan er svartíðin long, ella verður als ikki svarað.
Hetta samsvarar ikki við málsetningin um at hava eina altjóða kappingarføra skipaskráseting í Føroyum, segði arbeiðsbólkurin. Hann mælti tí til at miðsavna FAS-umsitingina og lata fólk við neyðugum fakligum førleikum umsita hann. Umsitingin má vera tøk 24 tímar um samdøgrið, og umboðsmenn fyri FAS eiga at verða settir á útvaldum støðum í heiminum, eitt nú Hong Kong, Singapore, London og New York, segði arbeiðsbólkurin.
Meira marknaðarføring
FAS-skipanin hevur ongantíð verið serliga kend uttanlands. Eisini hendan spurningin umrøddi arbeiðsbólkurin. Hann helt, at skulu útlendskir reiðarar varnast FAS, mugu teir vita, at Føroyar eru til, og at føroyingar kunnu bjóða eina kappingarføra skipaskráseting. Neyðugt er at marknaðarføra FAS, helt arbeiðsbólkurin, eitt nú við eini sjálvstøðugari heimasíðu á enskum, har allar tænastur í skipanini verða lýstar.
Í øðrum lagi er neyðugt, at FAS verður umboðað á maritimum ráðstevnum uttanlands. Í hesum sambandi er skilagott, at føroyingar bjóða seg fram at umrøða viðkomandi evni innan sjóvinnu, segði bólkurin. Tílíkar ráðstevnur spyrja ofta eftir sponsorum til ymisk endamál, og her eigur FAS-skipanin at halda seg framat.
Óli Hans Hammer Olsen, sum var við í arbeiðsbólkinum, heldur, at týdningarmestu átøkini fyri at fáa FAS-skipanina at virka eru at menna umsitingina og marknaðarføringina.
– Høvuðsstrupulleikin hevur verið, at lítil politiskur áhugi hevur verið fyri FAS-skipanini. Ov lítið hevur verið gjørt við at menna umsitingina og marknaðarføra skipanina. Tí mæltu vit í álitinum til at gera nógv meira við hesi øki, sigur Óli Hans Hammer Olsen.
Broytingar neyðugar
Formaðurin í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, Annfinn V. Hansen, fegnast um frágreiðingina hjá arbeiðsbólkinum og heldur, at nógv skilagóð tilmæli vóru í frágreiðingini.
– Arbeiðsbólkurin gjørdi eitt gott arbeiði, og vit taka undir við flestu tilmælunum. Vit halda so haraftrat, at í sambandi við skatting av manningum má tann broyting gerast, at refunderingin verður 100 prosent. Í dag rinda útlendskar manningar í FAS 35 prosent í skatti, og 30 prosent verða borin reiðarínum aftur. Sostatt kostar tað 5 prosent í skatti at vera í FAS hjá hesum skipum. Hesin kostnaðurin eigur at verða tikin burtur, sigur Annfinn V. Hansen.
Fyri føroyingar í FAS er skattaskipanin verri. Føroyskar manningar í FAS rinda 45 prosent, og 30 prosent verða borin aftur. Hjá føroyingum kostar tað tí 15 prosent í skatti at vera í FAS-skipanini. Í donsku DIS-skipanini kostar tað onki.
– Í veruleikanum fer fram ein dikriminering av føroyskum reiðaríum í FAS, og vit mæla til at steðga hesi diskrimineringini og gera FAS-skipanin kappingarføra við tær skipaskrásetingar, hon kappast við, eitt nú donsku og norsku skipaskrásetingarnar, sigur Annfinn V. Hansen.
Hann fer at halda fyrilestur á Shipping Føroyar 2008 um vinnumøguleikarnar í FAS. Eitt av hansara sjónarmiðum er, at shippingvinnan skal gerast eitt nýtt bein hjá samfelagnum at standa á.
– Sum sjófarandi tjóð eiga Føroyar at fáa lutfalsliga líka nógv burtur úr vinnuni sum Danmark og Norra, tvs. umleið 1,8 mia. kr. um árið. Vit hava førleikan, men ábøtur mugu gerast á FAS-skipanina til tess at røkka hesum máli. Eisini mugu vit fáa betri sømdir í ES fyri føroysk skip, so tey ikki verða roknað sum skip úr triðjalondum. Hetta fer at økja um okkara vinnumøguleikar í ES, sigur hann.
------
Tilmæli um FAS frá arbeiðsbólki í 2006
• Mælt verður til, at inntøkuskatturin hjá manningini verður 23% brutto. Afturberingarprosentið verður samstundis tillagað. Í dag er inntøkuskatturin 35%, og 30% verða afturborin reiðarunum.
• Mælt verður til, at reiðarar, ið skráseta fleiri skip ella nógva tonnagu, fáa sersømdir í tonsaskattinum.
• Mælt verður til, at tey trý verandi skrásetingargjøldini í FAS verða løgd saman til eitt gjald, sum verður ásett í mun til nettotonsatalið á skipinum.
• Mælt verður til at gera eina samlaða FAS-lóg, har øll viðurskifti, ið ávirka FAS, verða savnað. Á henda hátt verður FAS ein óheftur ídnaður.
• Mælt verður til at miðsavna alla umsiting, sum hevur við FAS at gera, har fólk við serligum førleika taka sær av øllum viðurskiftum í sambandi við FAS.
• FAS-umsitingin eigur at verða loyst frá politisku skipanini og skipað sum sjálvsognarstovnur, ið verður sjálvfíggjandi við FAS-inntøkum.
• Mælt verður til, at sjómansútbúgvingarnar verða skipaðar sum bachelor og kandidatútbúgvingar, tí altjóða skipaskráseting krevur servitan á høgum fakligum støði.
• Mælt verður til, at skjótast gjørligt verður farið undir miðvísa marknaðarføring av FAS úti í heimi.
-----
Helvtin av heimsins skipum undir hentleikaflaggi
Hentleikafløgg hava verið brúkt í fleiri hundrað ár í sjóferðslusøguni, og orsøkirnar hava verið ymiskar. Seinastu árini er skipaídnaðurin alt meira globaliseraður, og tí gerst eisini alt meira vanligt, at skipaeigarar ikki longur skráseta síni skip undir egnum tjóðarflaggi. Val av flaggstati er vorðin ein strategisk avgerð á sama hátt sum ein og hvør onnur fíggjarlig avgerð.
1 . januar 2005 vóru 31.097 skip skrásett í øllum heiminum, harav 15.251 eru skrásett í landinum, har eigarin býr, meðan 15.846 skip eru skrásett undir fremmandum flaggi. Tá hugt verður eftir deyðvektini hjá somu skipum, eru 65,1 % skrásett undir fremmandum flaggi. Sostatt eru tað einamest tey stóru skipini, sum verða skrásett uttan fyri landið, har eigarin býr.
-------
Hvat er FAS-skipanin
Lógargrundarlagið undir FAS er løgtingslógin um føroyska altjóða skipaskrá frá 1992.
Í FAS kunnu skrásetast føroysk skip, sum eru 100 BRT ella meira.
Fiskifør og stuttleikafør kunnu tó ikki verða skrásett í FAS.
Skip skrásett í FAS kunnu ikki flyta ferðafólk ella farm millum føroyskar havnir.
Inntøkurnar frá eini skipaskráseting stava frá skrásetingargjøldum, tonsaskatti og avleiddum virksemi.
Avleitt virksemi kann vera inntøka til advokat, sum skrásetir skipið, umboðsmann, sum røkir áhugamál hjá eigaranum, grannskoðara, ið grannskoðar, og inntøka til eftirlit