Fastbúgvandi á Svalbard skulu koppsetast

Norski heilsumálaráðharrin, Bent Høje, hevur gjørt av, at nú skulu øll fastbúgvandi á Svalbard, sum eru 45 ár og eldri, fáa tilboð um koppseting.

 

 

Um midnáttarleitið í gjár kunngjørdi Noreg, at 820 nýggir smittutilburðir við covid-19 eru staðfestir seinasta samdøgnið. Hetta eru 169 tilburðir færri enn samdøgnið fyri og 34 færri enn sama dag fyri einari viku síðan.

Í Noregi plaga tey at siga, at heldur færri tilburðir vera staðfestir um vikuskiftið enn gjøgnum vikuna annars, og orsøkin er helst, at ikki eins nógvar kanningar vera gjørdar um vikuskifti sum yrkadagar.

Seinastu sjey dagarnar hevur Noreg havt tilsamans 6.562 nýggjar smittutilburðir við covid-19, og líkt er til, at høgu tølini, sum hava verið undanfarnu dagar, har tilburðirnir hava verið fleiri enn 1000 um samdøgnið, nú eru heldur færri.

Í gjár boðaði norski heilsumálaráðharrin, Bent Høje, frá í tíðindaskrivi, at hann hevur gjørt av, at øll fastbúgvandi á Svalbard, sum eru 45 ár og eldri, nú skulu fáa tilboð um koppseting móti covid-19.

Á Svalbard eru tey higartil sloppin væl undir farsóttini.

Men, vandin lúrir alla tíðina, at smitta kann spjaða seg. Bent Høje heldur, at her er best at binda um heilan fingur, bæði tí, at sjúkrahúskapasiteturin í Longyearbýnum er avmarkaður, og trupult hevði verið at flutt sjúklingar inn á norska meginlandið.