Tað staðfestir nevndin fyri Fasta Gerðarrættin, sum hevur samtykt at fara undir at endurskoða skipanina við trætuloysn á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum stovnaðu Fasta Gerðarrætt við sáttmála í 2006; og hevur stovnurin síðani virka eftir endamálinum at døma í trætumálum umframt at skipa og menna kunnleika til føroyska arbeiðsmarknaðarlóg.
-Hesi árini hava givið nógvar praktiskar royndir og ábendingar um hugsandi betringar, sigur Kári á Rógvi, nevndarformaður í Fasta Gerðarætti.
- Fasti Gerðarrættur hevur bæði heystað rís og rós hesi árini. Men í vár vóru fleiri atfinningar frammi í samband við ávísar úrskurðir, sum nú verða tiknir upp til nýggja viðgerð eftir reglunum um uppafturtøku av serliga prinsippiellum málum.
- Í tí høpi vístu fleiri løntakarafeløg á, at tey vildu hava broytingar í skipanini, sigur Kári á Rógvi.
Nevndarlimirnir í Fasta Gerðarrætti fara nú at samskifta við teir seks valbólkarnar - løntakarar og arbeiðsgevarar innan ávíkavist almenna-, privata- og sjóvinnu.
Grundað á hesar hoyringar verður ætlandi í heyst evnað til uppskot um endurskoðan sáttmála og endurskoðaðar reglugerðir.