Jógvan við Keldu
------
Í einum vinnulívstíðarriti sá eg nú ein dagin Peter Amstrup, formann fyri donsku vinnuskúlarnar, verða endurgivin fyri at siga um sínar næmingar: “Nógvir kenna á sær, at tað ikki er neyðugt hjá teimum at strevast og stríðast. Teir hava treytaleyst álit á, at hvat so hendir, hvat teir enn velja, so fer samfelagið (ríkis- og kommunukassin, red.) undir øllum umstøðum at syrgja fyri, at teir hava tað gott...”
Ongin ivi er um, nú veruligu vinnulívsfólk okkara verða “gingin omaná” av toretiskum frøðingum, sum ikki hava annað í sjáttuni enn eina teoretiska próvtøku – hon er sjálvandi ikki at seta niður á – men uttan at kenna til veruliga vinnuliga gerandisdagin, samstundis sum okkara fjølmiðlafólk skorða undir hesar, koma vit styttri.
Sá í greinini “Makrelkorruptión” hjá Hermanni Oskarssyni, har hann tók soleiðis til: “Gevist við hesum korrupta og korrumperandi spælinum, at geva einum lítlum, og frammanundan ríkum úrvalsliði av føroyingum hesar milliardirnar” – Hann brúkar ofta “úrvalslið” og “korruptu”.
Tá teoriin stýrir heldur enn veruleikin
Veit ikki hví, men skrivingin hjá Hermanni minnir meg vanliga á bókina hjá Samuel Rachlin, har hann m.a. greiðir frá, tá foreldur hansara, sum jødar, vórðu tvangsflutt til Sibirien.
Har greiðir hann frá, at “fólkið har fiskaði laks við gørnum niður ígjøgnum ís-holini, við eftirliti úr Moskva. Ein dagin koma boð frá Kreml, at fiskaríið var ov lítið, tí skuldu tey seta gørnini tvær ferðir heldur enn einaferð um samdøgrið. Fiskararnir royndu at greiða frá, at gjørdu teir eftir boðunum, fóru teir ikki at fáa so nógv, tí tað gjørdist meiri ófriðarligt við at seta tvær ferðir. – Onki batti, og tá teir gjørdu eftir boðunum at seta tvær ferðir, fekst helmingin minni”.
Vinnuhúsið eigur at traðka í karakter
Ferð eftir ferð at kalla okkara vinnulívsfólk, reiðarar og politiska systemið fyri korrupt, uttan at Vinnuhúsið ger bart, undrar meg stórliga.
Havi nevnt tað fyrr, her haldi eg, at Vinnuhúsið eigur at traðka í karakter. Ella er Vinnhúsið bara annar “alemnnur” stovnur, sum verður privat fíggjaður! – Minnist til, at Hermann Oskarsson og aðrir við honum eru ráðgevarar hjá Kringvarpinum og mangan verður talað til lægsta felagsnevnara, ein sum við øvund etur seg upp ígjøgnum samfelagið.
Vinnulívsfólkið ikki nakað “úrvalslið”
Latið okkum til eina og hvørja tíð hava í huga, at føroyska vinnulívsfólkið er ikki nakað “úrvalslið” á tann hátt Hermann hugsar – hálv- ella fullkorruptir – men persónar, sum í longri og styttri tíð, fleiri í fleiri ár tíggjur, hava gjørt millóna- og milliardaíløgur fyri at fáa okkara tilfeingið til høldar.
Tað er sanniliga stórur munur á fastløntum teoretiskum frøðingum á tryggum sessum sum fleiri sita og droyma um nakað sum ikki er, og so veruligar vinnulívsmenn, sum dagliga virkað og gera tað, at samfelagið Føroyar livir so væl á allan hátt sosialt, heilsuliga og ikki minst mentanarliga.