- Tað er ein stórur heiður hjá Tvøroyrar kommunu at verða vertur fyri tjóðarhátíð suðuroyinga, jóansøkuni, ið verður hildin báðumegin longsta dag.
Tað sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, á heimasíðuni hjá kommununi í dag, nú jóansøka verður hildin á Tvøroyri um vikuskiftið.
Hann vísir á, at jóansøka nú hevur 96 ár á baki, og sostatt eru bert fýra ár, til jóansøkan kann hátíðarhalda sín 100 ára dag.
- Eitt, sum fyllur nógv á jóansøku, er ítrótturin, ið ikki hevur havt tær bestu umstøðurnar at virka undir síðan á grækarismessu í fjør, tá fyrsti koronu-tilburðurin varð staðfestur í Føroyum.
Borgarstjórin vísir á, at her er tjóðarítróttin - kappróður - serliga hart rakt, men Kristin Michelsen heldur fyri, at vónandi vinna vit á koronu.
- Fleiri av okkara ítróttarfeløgum klára seg stak væl, men hjá okkara aldursforseta - TB - sær ikki gott út. Latið okkum øll í felag royna at bjarga TB, tí rykkir besta liðið niður, so verður seinur dagur, til TB kemur upp aftur í bestu deildina.
- Tvøroyri er fátækt, um vit ikki hava lið í bestu deildini, sigur borgarstjórin, Kristin Michelsen, sum vegna Tvøroyrar kommunu bjóðar øllum vælkomnum á jóansøku.
Øll heilsanin hjá borgarstjóranum kann lesast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu - www.tvk.fo