Norman Quintin Cook, ella Fatboy Slim, sum er hansara heiti sum tónleikari, verður at hoyra á G! Festivalinum í 2019.
Hann er Bretskur plátuspælari, hansara tónleikur var við til at seta elektronisku tónleikagreinina á breddan í sínari tíð. Fatboy Slim var ógvuliga kendur í 1990’unum, við løgum sum Praise you, The Rockafeller Skank og Right here, Right Now.