Fate á Summar Festivalin

Rockbólkurin, sum hevur upplivað stjørnuregn fyri nýggja útgávu, spælir í august fyri fyrstu ferð í Føroyum.

 

Danski rockbólkurin Fate við søgu aftur í 80’ini er aktuellur við nýggjari útgávu og føroyskum sangara, og í august spælir bólkurin á Summar Festivalinum.

 

Upprunaliga var Fate stovnað í 1984, og bólkurin gav út fýra fløgur árini fram til 1990. Eitt av hittunum hjá bólkinum hesa tíðina var sangurin Lovers. Í 1993 fór limirnir í bólkinum hvør til sítt, og so spældi bólkurin ikki fyrr enn til eina serliga comeback framførslu í 2004. Í 2006 gjørdist bólkurin virkin aftur, og seinastu tvey árini hevur føroyskur sangari verið á odda fyri bólkinum. Tað er Dagfinn Joensen úr Funningsfirði, sum er kendur frá eitt nú bólkinum Eager To Please.

 

Seint í fjør gav Fate út fløguna Ghosts From The Past, og fløgan hevur fingið sera góð ummæli í bløðum og á tónleikaheimasíðum. Ja, talan hevur verið um veruligt stjørnuregn til rockbólkin fyri fløguna.

 

Kendi ummælarin á blaðnum BT, Steffen Jungersen, rósti Fate til skýggja fyri nýggju útgávuna.  Hann helt, at nýggja fløgan hjá Fate er frálík, vælspæld og inniheldur góðar sangir. Hann fer so langt sum at siga, at útgávan hjá Fate er tann besta, sum hann hevur hoyrt innan hesa sjangru í fleiri ár. Dagfinn Joensen hevur eisini fingið góð skoðsmál fyri sína sangframførslu á nýggju útgávuni.

 

Nú kemur Fate so til Føroya at spæla fyri fyrstu ferð, og teir bjóða inn til eina veruliga rockveitslu í Flags tjaldinum á Summar Festivalinum.