Faubert til Real

Tað kom óvart á fleiri, at Real Madrid vil leiga ein spælara úr enska felagnum West Ham. Fraklendingurin Julien Faubert hevur ikki verið nøkur lýsandi stjørna í West Ham, men nú skal hann royna seg í einum av heimsins sterkastu feløgum. Julie Faubert verður eftir øllum at døma leigaður til Real Madrid í fyrstu syftu, men Real er áhugað at keypa spælaran í summar.