Fótbóltur
Ein av lyklauppgerðunum hesa ferð verður í Gundadali, har FM favorittarnir í HB fara at fáa vitjan av meistarunum í NSÍ. Felags fyri bæði liðini er tað, at gongdin seinastu vikurnar ikki hevur verið soleiðis, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við, at hon skuldi verða.
Men tað er eisini felags fyri bæði liðini, at hóast leikligu avrikini ikki hava staðið mát við tað, sum tað hevur verið roknað við, og sum spælaratilfarið átti at borga fyri, so eru so mikið nógv stig skavað saman, at liðini framvegis eru við í toppstríðnum. Tað boðar frá kvalitetum, sum siga, at tá ið gongd aftur fæst á skjótt og skipað fótbóltsspæl, so verður stutt heilt upp á toppin.
Bæði HB og NSÍ fara í 7. umfar í landskappingini við tapum í lykauppgerðum í viðførinum. Hjá HB var tað dyggur smeitur og vónbrot at tapa fyri B36 í hálvfinaluni í steypakappingini. Hjá HB fer sigurin tískil at kennast eyka søtur, um hann verður vunnin ímóti meistarunum í NSÍ, og hjá teimum í Runavík fer tað at koma ógvuliga væl við at vinna úrtøku í Gundadali ímóti HB.
Tannleyst og vónleyst skýra teir í HB sítt egna avrik, og í vikuni var ein avleiðing, at liðformaðurin, Jákup á Borg, misti bindið, sum sunnudagin fyri fyrstu ferð verður at síggja um armin á Fróða Benjaminsen.
Tá ið HB kom á vøllin til seinnu hálvfinaluna, vóru fýra skiftingar framdar síðani síðsta umfarið í landskappingini. Í hálvfinaluni vórðu tríggjar skiftingar framdar í roynd at fáa størri ferð og meiri tyngd og brodd í. Tølini siga, at tað, sum ikki var eydnast frammanundan, heldur ikki eydnaðist ímóti B36, og nú er setningurin hjá teimum ellivu, sum Rúni Nolsøe fer at senda á vøllin sunnudagin, at skora í opnum spæli. Tað hevur HB ikki megnað í 450 minuttir!
Takið hjá NSÍ er at fáa stig við sær úr Gundadali. Tá ið meistararnir næstsíðsta mánakvøld taptu 2-0 ímóti EB/Streymi, hevði NSÍ ofta gott pláss at spæla á. Sunnudagin verða fyritreytirnar ivaleyst øðrvísi, tí tá verður tað NSÍ, sum fer at dúva upp á mótálopini, meðan HB fer at hava bóltin stóran part av tíðini.
Hjá NSÍ eru allir spælararnir tøkir uttan miðvallarin Milan Pejcic. Hann varð skaddur undir venjing mikukvøldið. Milan vandi ikki hóskvøldið, og tá var tað rættuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ímóti HB. Fleiri ferðir fyrr í ár hevur Sjúrður Jacobsen loyst Milan av, tá ið 2. hálvleikur hevur verið umleið hálvrunnin.
NSÍ var eina ferð og vitjaði HB í fjør. Tá var úrslitið 2-0 heimasigur. HB var tvær ferðir í Runavík í fjør. Í fyrra førinum vann NSÍ 1-0, og í seinna førinum vann NSÍ 2-1.