EB/Streymur, HB, NSÍ og Víkingur verða øll roknað sum fremstu FM-biðlarnir í ár, og í dag verður talan um tvær styrkiroyndir av tí heilt tunga slagnum. Víkingur vitjar nevnliga hjá HB, og á Streymnesi verður uppgerð millum EB/Streym og NSÍ.
Oddaliðið, B36, skal á vitjan hjá 07 Vestur, sum enn eigur fyrsta stigið tilgóðar. Og seinastu tvær uppgerðirnar verða millum lið, sum stríðast fyri at sleppa úr tunga endanum á stigatalvuni. Nevnliga dystirnir millum ÍF og B68 og KÍ og AB.