Favorittar á odda

Eftir átta umfør í ársins fyrstu Grand Slam talvkapping, eru Veselin Topalov og Viswanathan Anand fremstir

Talv

Eins og í tennisítróttinum, er talan um fýra Grand Slams í talvi. Tó ikki offissielt, men í øllum førum eru fýra krútsterkar kappingar á hvørjum ári, umframt aðrar sterkar altjóða kappingar. Tær fýra kendastu superstórmeistarakappingarnar eru: Wijk aan Zee, Linares, Mtel Masters í Sofia og Dortmund.
Mtel Masters er seinasta skotið á stammuni (Topalov vann tí fyrstu Mtel Masters í fjør) og ætlanin er, at kappingin skal verða ein varði.

Við sama lag
Garry Kasparov hevur nýliga sagt, at tað er eitt enn størri bragd um Topalov vinnur í Wijk aan Zee, enn tað, at hann vann HM-heitið í Argentina í oktobur. Helst hugsar Kasparov um tyngdina av favorittrolluni eftir slíkan knasandi sigur í oktobur.
Men Topalov tykist at halda á har hann slepti. Kanska ikki eins sannførandi, men 30 ára gamli heimsmeistarin úr Bulgaria er á odda saman við hinum favorittinum, Anand. Teir hava báðir 5,5 stig av 8 møguligum.
Topalov hevur telvað rættiliga kompromileyst við fýra sigrum, trimum javnleikum og einum tapi. Bretin Michael Adams vann hegnisliga á heimsmeistaranum í 2. umfari, men Topa reistist skjótt aftur. Anand hevur eisini telvað í serklassa, undantikið tá hann bleiv niðurspældur av Gata Kamsky í 6. umfari.
16 ára gamli Sergey Karjakin er óvæntað á 3. plássi við 5 stigum. Eftir tap ímóti Anand í 1. umfari, hevur Karjakin telvað sum ein annar superstórmeistari og vunnið fleiri góð talv. Beint í hølunum á Karjakin, koma Boris Gelfand og Vassily Ivanchuk.
Av teimum fjúrtan telvararunum, eru Gata Kamsky og Etienne Bacrot aftastir. Hóast hesa neiligu støðu, tykist Kamsky at hugna sær óført í Wijk aan Zee við skemtiligum viðmerkingum eftir umførini. Kamsky legði talv á hyllina í 1996, fór í holtur við løgfrøði, men er nú byrjaður aftur at telva. Hann vann eitt nú á Anand og Gelfand, men hevur einans 2,5 stig.
Magnus Carlsen er fremstur í bólki B. Hann hevur heili 6,5 stig í hesum eisini sterka bólki, sum hevur fleiri +2600 telvarar. Vinnarin av bólki B sleppur at royna seg í A-bólkinum komandi ár.

Olaf bestur í kviktalvi
Seinastu tveir leygardagarnar, hevur Havnar Telvingarfelag skipað fyri kvikkappingum. Fyrru kappingina vann Olaf Berg við fullum stigatali, framanfyri Helga D. Ziska og Martini Poulsen. Nú leygardagin vann Olaf aftur, hesaferð eftir umdyst við Martini Poulsen. Helgi fekk triðja plássið.
Kappingarnar hava báðar verið væl mannaðar við sterkum og mongum telvarum yvir allar aldrar. Serliga var hugvekjandi at síggja grand old man Jústines Hansen av Toftum royna seg ímóti yngra "talvsoninum" hjá Torkili Nielsen, Høgna E. Nielsen. Umleið 70 ár skilja hesar garpar! Høgni vann.
Høgu luttakaratølini tala fyri, at telvarar ynskja kvikkappingar. HT legði út og nú er upplagt, at onnur talvfeløg fylgja góða hugskotinum upp.

Talvfelagið Føroyar lagt kong
Herfyri tók útisetafelagið hjá telvarum í Keypmannahavn seg úr Skakliguni. Avboðini gjørdist ov mong til seinastu dystirnar og tá eingi útlit vóru fyri, at støðan kundi betrast, valdi felagið at leggja kong.
Avgerðin varð ikki júst væl dámd av dønum, men útisetarnir vildu ikki gera seg fyri skommum við at møta við hálvum liði, har aftastu telvararnir ikki hoyrdu heima í slíkum høgum støði. Eksistensgrundarlagið hjá felagnum er í vanda.