Í gjárkvøldið vóru tveir dystir í næstbestu deildini. Tá vann KÍ 2-0 á heimavølli ímóti B68, og tá vann FC Hoyvík 1-0 á heimavølli ímóti HB.
Skráin segði, at tríggir dystir vóru í dag. Men ein dystur varð ikki spældur. B71 fyrireikaði seg at fáa vitjan av EB/Streymi, men teir í EB/Streymi góvu í morgun avboð, tí teir søgdu seg ikki fáa manna lið. Enn er ikki greitt, nær dysturin verður spældur, ella um hann verður spældur.
Í dag vann NSÍ 3-1 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá B36. Oddur Á. Højgaard stútaði NSÍ á odda, tá iið ein hálvur tími var farin. Tað var eftir hornaspark, sum Betuel Hansen tók sær av. Hetta var fimta málið hjá miðverjanum Oddi Á. Højgaard í ár.
Steffan A. Løkin økti til 2-0 og 3-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki átti Búi Egilsson uppleggið, og í síðsta minutti var tað Hans Marius Davidsen, sum átti uppleggið. Steffan A. Løkin hevur nú skorað 19 mál, og hann er næstbesti málskjútti í 1. deild.
Elias Johannesen minkaði 10 minuttir undan dystarloki um munin til 2-1. Uppleggið átti Carl Mikkelsen. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøgur, at 18 ára gamli Elias Johannsen var málskjútti í næstbestu deildini.
Í kvøld vann Skála 2-1 á heimavøllinum undir Mýruhjalla ímóti næstbesta liðnum hjá Víkingi. Fyrr í ár vann Skála 3-1 á heimavølli ímóti Víkingi, og víkingarnir vunnu 3-1 á heimavølli ímóti Skála.
Eftir eitt korter var tað Kristian Martin Jakobsen, sum setti hol á fyri Skála. Hetta var fjórða málið hjá Kristiani Martin í ár. Tá ið ein tími var farin, var tað Ari Ó. Ellingsgaard, sum økti um munin til 2-0.
20 minuttir undan leikloki varð Andreas Egebjerg Jacobsen hjá Skála vístur av vølli. Hetta var bara fimta ferðin í ár, at Andreas Egebjerg Jacobsen var á liðnum hjá Skála í ár. Hann er nú komin fyri seg eftir langan skaðasteðg.
Í hesi støðuni var dømt brotsspark til Víking. Óla Kristian Skála Jacobsen umsetti brotssparkið til mál og 2-1. Hetta var sjeynda ferðin í ár, at Óla Kristian Skála Jacobsen var málskjútti. Síðstu løtuna spenti Víkingur álopsbogan, og tað bar møguleikar við sær í báðum endum, uttan at tað eydnaðist at skjóta fleiri mál.
Skála | 24 | 20 | 1 | 3 | 69 | 20 | 61 |
NSÍ | 24 | 18 | 3 | 3 | 66 | 20 | 57 |
Víkingur | 24 | 13 | 2 | 9 | 53 | 37 | 41 |
KÍ | 24 | 12 | 2 | 10 | 43 | 39 | 38 |
B71 | 22 | 9 | 5 | 8 | 42 | 37 | 32 |
FC Hoyvík | 24 | 9 | 4 | 11 | 44 | 51 | 31 |
B36 | 24 | 9 | 3 | 12 | 48 | 42 | 30 |
HB | 23 | 8 | 3 | 12 | 41 | 46 | 27 |
B68 | 24 | 5 | 2 | 17 | 23 | 69 | 17 |
EB/Streymur | 23 | 1 | 3 | 19 | 21 | 89 | 6 |
Týsdagin 3. oktober
B71 – HB: Heini Ziskason Viðoy kl. 17.45
Leygardagin 7. oktober
Víkingur – KÍ: Alex Troleis
NSÍ – FC Hoyvík: Kári J. á Høvdanum
B68 – B36: Dagfinn Forná
HB – B71: Áki Leitisstein Hansen
EB/Streymur – Skála: Rúni Olsen