Um støðutalvan verður nýtt sum ýti, so kemur tað ofta fyri, at lægri stadda felagið vinnur á hægri stadda ella við øðrum orðum, at favorittarnir ikki liva upp til tað, sum tað verður roknað við, at teir skulu megna.
Síðstu dømini um hetta vóru í gjár, tá ið tveir teir fyrstu dystirnir í 8. umfari vórðu spældir.
B68 var hægri á støðutalvuni enn TB, áðrenn hesi bæði tørnaðu saman á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági. TB var leikliga greitt omaná, TB vann 3-1, og nú hevur aldursforsetin og 120 ára føðingardagsbarnið tikið seg fimm stig frá niðurflytingini.
HB var hægri á støðutalvuni enn ÍF. Men fuglfirðingar vóru væl upplagdir, og teir vunnu rudduligan sigur í Gundadali, sum bar við sær fyrsta HB tapið í landskappingini í ár, og at ÍF er á triðja plássi undan dagsins uppgerðum.
Tríggir teir síðstu dystirnir í 8. umfari eru á skránni í dag: KÍ-FC Suðuroy, EB/Streymur-NSÍ og B36-Víkingur.
Sambært støðutalvuni eru KÍ, EB/Streymur og Víkingur greiðir favorittar. Úrslitini í gjár vóru áminning til teir, sum nú fyrireika seg til avbjóðingarnar seinnapartin, at tað er ikki altíð, at tað gongur, sum tað frammanundan verður roknað við.
Støðan
Víkingur 19 stig
HB 15 stig
ÍF 13 stig
EB/Streymur 12 stig
B36 10 stig
KÍ, TB og B68 9 stig
NSÍ 4 stig
FC Suðuroy 2 stig
HB, ÍF, TB og B68 hava spælt 8 dystir, og hini liðini hava spælt 7 dystir.