Favorittarnir koppaðu

HB-FSV 4-3 (1-0)
Púra óvæntað vann HB dystin móti FS Vágum, tó at tað var um reppið, at vágamenn við 10 monnum vunnu seg upp á javnt

2. deild

Vágamenn vóru longu undan kappingini mettir sum stórfavorittar at vinna aðru deild, og tað var eisini soleiðis, at teir fóru inn á vøllin leygardagin, tá útidysturin móti HB var á skránni.

Tíggju móti ellivu
Tað var tó so hampuliga skjótt greitt, at her skuldi talan ikki gerast um nakran avgreiðsluspurning hjá vágamonnum. HB var alla tíðina væl við í spælinum, og tá vágamenn í fyrra hálvleiki fingu leikara riknan av vøllinum, tí hann hevði bjargað við hondini, lá væl fyri hjá HB. Rani Debes Christiansen, sum nú aftur spælir eftir at hava verið skaddur í nærum hálvt annað ár, setti eftirfylgjandi brotssparkið í netið, og hetta varð so eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki gjørdi HB skjótt av. Fyrst skoraði Pætur við langskotið. Síðani økti Rani Debes Christiansen aftur, og tá Rókur av Fløtum Jespersen síðani økti til 4-0, eftir at hann var fyrstur á returbólti, var líkt til, at HB skuldi vinna ein óvæntaðan stórsigur.
Hesin varð tó av ongum. Fyrst og fremst tí venjingarstøðan hjá gestunum var nakað væl betri enn hon hjá heimaliðnum.
Tjúgu minuttir fyri leiklok minkaði John Johannesen um munin, og tá Clayton tíggju minuttir seinni minkaði um munin, sóu teir tíggju vágamenninir brádliga møguleikan at fáa stig við sær aftur, og tað var eisini um reppið, at hetta eydnaðist. Stutt fyri leiklok var Clayton aftur á blettinum, og seinstu løtuna tveittu gestirnir alt fram í royndunum at javna, og tað mundi eisini eydnast. Men nærri enn eini roynd, sum varð bjagað á málstrikuni, komu teir tó ikki.
Yvir høvur var talan sostatt um eitt flott úrslit hjá HB, og tað skal einki takast frá teimum í so máta. Men tað skerst tó ikki burtur, at skal ætlaða uppflytingin hjá FS Vágum gerast veruleiki, so eru neyvan ráð til alt ov nógv mistøk av hesum slagnum.

HB-FS Vágar 4-3(1-0)
1-0: Rani Debes Christiansen
2-0: Pætur Dahl
3-0: Rani Debes Christiansen
4-0: Rókur av Fløtum Jespersen
4-1: John Johansen
4-2: Clayton Soares
4-3: Clayton Soares