Favorittarnir máttu stríðast

Neistin spældi sín møguleika, men í seinasta var tað ikki nóg mikið. Stjørnan hevði klassan, sum skuldi til, tá mest stóð á, og so gjørdist talan um væntaða favoritt-sigurin


Coca-Cola kappingin


Hóast tað frá øllum síðum ljóðaði, at Stjørnan var stórfavorittur til kvinnufinaluna leygardagin, so fingu mongu áskoðararnir í longum løtum ein dyst, sum var nakað væl meira spennandi, enn roknað varð við.
                      Tí Neistin var als ikki komin í Høllina bara fyri at leggja seg skerflatar fyri spádda yvirvaldinum. Heldur ikki hóast byrjanin upp á dystin var alt annað enn góð fyri teirra viðkomandi.
                      Fyrstu løtuna sá nevnliga út til, at Neistin hevði ilt við at gloyma, at talan var um eina finalu. Hetta skilt soleiðis, at spælararnir tóktust vera fastlæstar av týdninginum av spælinum.
                      Hjá Stjørnuni tóktist hetta als ikki í sama mun gera um seg. Tær royndu at fáa ferðina á dystinu upp, og hóast tær ikki spældu upp til sítt allarbesta, so var tað bara Helena Dam Poulsen í Neista-málinum, sum forðaði fyri, at munurin gjørdist ov stórur longu fyrstu løtuna.
 
Treiskar Neistakvinnur
Og spakuliga tóktust liðfelagarnir hjá Helneu so eisini at koma inn í dystin. Fyri tað nógva snaraði álopsspælið kring skotstyrkina hjá Simonu Petersen, men hon varð aloftast væl ansað, soleiðis at hon ikki ótarnað kundi senda skotini í kassan. Hinvegin riggaði verjan hjá Stjørnuni ikki so væl, tá aðrar enn Simona royndu seg. Fyri tað nógva stóðu spælararnir á hælunum, og tí fingu neistakvinnur fleiri ferðir møguleikan at koma ígjøgnum verjuna. Tað kastaði eisini hópin av brotskøstum av sær, og fyri atð mesta vorðu hesi eisini send trygt í meskarnar.
                      Men áloppsspælið hjá Neistanum innihelt tó ein stóran veikleika. Hóast ótrygga verjuspælið hjá Stjørnuni kostaði fleiri útvísingar, so megnaðu tær bláu als ikki at gera sær dælt av hesum. Við seks  móti fimm megnaðu tær í alt ov lítlan mun at spæla verjuna tunna, og sálarliga tóktist hetta at møða spælararnar. Ikki minst eftir at Stjørnan økti til 8-6 við bara fýra útispælarum á vøllinum.
                      Men hóast tungu gongdina, so noktaði Neistin at geva seg. Stutt undan steðginum tóktist annars ganga tann vegin, at Stjørnan veruliga skuldi fara avstað. Spælið gleið nakað betri fram eftir vøllinum, men brádliga svaraði Neistin aftur. Seinastu minuttirnar undan steðginum broyttist  støðan frá 10-8 til 10-11, og so var Neistin á odda, tá farið varð til hálvleiks.
 
Verjan avgjørdi
Hálvleiksstøðan kundi kanska verið orsøk til, at fjáltur fór at koma á Stjørnuna, men so varð tó ikki. Ístaðin sýndu meistararnir nú, at veruligi styrkismunurin millum liðini bæði var í minsta lagi ein klassa.
                      Serstakliga fekst verjan hjá Stjørnuni nú at rigga. Neistin slapp snøgt sagt ikki framat skotmøguleikum, og tí gjørdist talan í nógvum førum um 50/50 royndir. Og tá Fríða Petersen nú eisini hevði funnið rætta formin fram, beyð ikki bøtur. Helena royndi alt tað, sum hon var ment, at halda liðnum í dystinum, men hóast fleiri framúr bjargingar, so var hetta ov lítið.
                      At Neistin bara fekk tvey mál fyrstu 20 minuttirarnar eftir steðgin, sigur helst sína søgu um munin, sum nú var íkomin. Stútt og støðugt øktu klaksvíkskvinnurnar nú um munin, og tá alt kom til alt, var eingin ivi. Favorittarnir vunnu væntða sigurin, men tær vórðu fyri ein stóran part mintar á, at einki kemur av sær sjálvum. Heldur ikki ein steypasigur.
                      Hóast hetta, so er nokk eingin ivi um,at tær úr Neistanum vóru við til skapa eina góða finalu. Tær royndu eftir møguleikanum, tá hann var har, og hóast støðan gjørdist alt meira vónleys, sum dysturin leið, so góvu tær ongantíð skarvin yvir. Seinasta útvísingin ? og harvið reyða kortið - hjá Marjun Tróndarson, var helst meira úttrykk fyri einum avriki, har allar góvu seg 100%. At tað so ikki var nóg mikið, kunnu tær bláu ikki lastast fyri.
 
Fakta um dystin
Stjørnan-Neistin 22-17 (10-11)
Málskjúttar
Stjørnan: Katarina Stepanov 9(2), Alina Olaru 5, Una Olsen 2, Joan M. Djordjevic 2(1), Anna Kristina Samson 2, Annika Ljósstein 1(1), Bára S. Klakstein 1
Neistin: Simona Petersen 5(1), Marjun Tróndarson 4(3), Ása á Neystabø 2, Lív Sørensen 2, Annika Thomsen 2, Kára á Dunga 1, Mildrið Jacobsen 1
Brotskøst: Stjørnan 6, Neistin 5
Útvísingar: Stjørnan 8, Neistin 7
Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum. Løgdu frá fyrsta bríksli eina greiða og kontanta linnju, og at kalla alla tíðina eydnaðist eisini at halda fast um hesa.