TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Inga Olsen, venjara hjá VÍF, aftaná 25-24 sigurin hjá VÍF ímóti H71 í fyrstu FM-finaluni.
Ingi Olsen er fegin um sigurin, og staðfestir, at hann var ógvuliga spentur, hóast tað ikki sást á honum. Men hann sigur, at tað er týdningarmikið, at halda høvdið kalt. At onnur rópa VÍF favoritt til FM-heitið nervar ikki Inga, sum saman við monnunum nú ger klárt til aðru FM-finaluna í Vestmanna leygardagin.