Favoritturin til forsætisráðið í Noreg hevur góðar vónir

Formaðurin í norska javnaðarflokkinum, Arbeiderpartiet, Jonas Gahr Støre, hevur »eina góða kenslu« fyri valið í morgin.

 

Jonars Gahr Støre, sum er forsætisráðharravalevnið hjá norska Javnaðarflokkinum var á vali í morgun. - Foto: Javad Parsa/Ritzau Scanpix

Noreg skal í morgin velja 169 fólk í Stórtingið. Arbeiðaraflokkurin og formaður floksins Jonas Gahr Støre liggja sambært veljarakanningum til at vinna valdið við stuðli frá øðrum flokkum.

Í dag hevur Støri verið og valt á einum skúla í Oslo.

Har segði hann við tíðindafólk uttan fyri valhølið, at hann hevur »eina góða kenslu«.

– Vit hava nú stuðul frá einast fjórða hvørjum veljara, sigur hann sambært tíðindastovuni NTB.

Tað sær vcerri út í kanningunum fyri floksleiðaran í Høyre, Ernu Solberg, sum hevur verið forsætisráðfrú síðani 2013.

– Tað skal henda okkurt dramatiskt, fyri at høgavongurin vinnur, sigur Johannes Bergh, valgranskari, við tíðindastovuna AFP.

Í dag klokkan 12 lótu valhølini upp í fyrstu kommununum í Noreg. Fleiri kommunur hava tó bara valhølini opin í morgin.

Ein kanning fríggjadagin hjá norska TV2 gav Arbeiðaraflokkinum, miðflokkinum SP og vinstraflokkinum SV tilsamans 86 sessir og harvið meiriluta í Stórtinginum.

Tað eru tilsamans 169 limir í Stórtinginum, so tað er lagt upp til ein tætt val, og tað verður spekulerað í fleiri samansetingum.

Eisini leiðarin í SP, Trygve Slagsvold Vedum, hevur verið og valt í dag. Tað gjørdi hann í heimakommununi Stange, skrivar NTB.

Vedum hevur somuleiðis bjóðað seg fram sum forsætisráðharravalevni. Men valdystur hansara hevur verið merktur av stórum upp- og niðurtúrum.

Eftir fyrr í ár at hava ligið á støði við Høyre og Arbeiðaraflokkin fall SP ógvusliga í august og hevur bara vunnið eitt vet av tí mista innaftur í september. 

Í morgin er eisini val til Samatingið, sum er talirør hjá samum í Noreg.

nationalt og internationalt.

/ritzau/

 

Jonars Gahr Støre, sum er forsætisráðharravalevnið hjá norska Javnaðarflokkinum var á vali í morgun. - Foto: Javad Parsa/Ritzau Scanpix