Faxe Kondi: H71-kvinnurnar hava kós móti hálvfinalunum

Hoyvíkskvinnur vunnu stórsigur á StÍF í Hoyvíkshøllini

Kvinnurnar hjá H71 standa við einum góðum møguleika at vinna seg í hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini.

 

Í dag vunnu hoyvíkskvinnur í dysti í bólki 1 stórsigur 42-27 á StÍF í Hoyvíkshøllini. 

 

Arbeiðið var gjørt mestsum liðugt í fyrra hálvleiki. Í steðginum var H71 á odda 24-12.

 

Her er støðan í bólki 1 frá hsf.fo: 

##med2##

 

Mikukvøldið klokkan 19 spæla Stjørnan og VÍF norðuri í Klaksvík. 

 

Her er dómaraseðilin frá hsf.fo frá dystinum H71-StÍF 42-27 (24-12): 

##med3##