Faxe Kondi: H71 vann samantaldan hálvfinalusigur við 32 málum

Tað var aftur einvegis ferðsla í seinnu hálvfinaluni millum H71 og KÍF í Faxe Kondi kappingini

Steypafinalan hjá monnum við Tjarnir komandi leygardag verður millum H71 og Kyndil.

 

H71 vann aftur ein knúsandi stórsigur á KÍF í seinnu Faxe Kondi hálvfinaluni. Í kvøld gjørdist talan um ein 46-29 (23-15) sigur. Samantalt vann H71 87-55 á KÍF í hálvfinalunum.

 

Við átta málum hvør vóru Helgi Hildarson Hoydal og Jákup Egholm toppskjúttar hjá H71. Glottin í myrkrinum hjá KÍF í kvøld var Hans Eli Sigurbjørnsson, ið var stórskjútti við 14 málum.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá seinnu Faxe Kondi hálvfinaluni millum H71 og KÍF:

 

##med2##