Ein dystur var í kvøld leiktur í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.
Í einum sera jøvnum dysti eydnaðist tað H71 at vinna 31-30 á VÍF í Hoyvíkshøllini. Sigursmálið skoraði Inga Maria Joensen tá átta sekund vóru eftir.
Í steðginum var H71 á odda 17-13. Tá hálvurtriði minuttur var eftir var H71 á odda 30-27, men tað eydnaðist vestmannakvinnum at koma upp á javnleik 30-30, men á í seinastu løtu fór H71 við sigrinum.
Elsa Egholm var toppskjútti hjá H71 við 10 málum. Agnas Funn var toppskjútti hjá VÍF við níggju málum.
Í tí triðja og seinasta umfarinum, ið verður leikt 6. desember tekur H71 móti Stjørnuni í Hoyvíkshøllini. Sama kvøld tekur VÍF móti EB í høllini í Vestmanna.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 2 | 68 | 54 | 14 | 4 |
VÍF | 2 | 69 | 60 | 9 | 2 |
STJØRNAN | 2 | 61 | 67 | -6 | 2 |
EB | 2 | 52 | 69 | -17 | 0 |