Ein dystur var leiktur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.
Grannauppgerð var í høllini á Hálsi millum Kyndil og Neistan.
Spennandi dysturin endaði við javnleiki 28-28. Í steðginum var Neistin á odda 19-16.
Javnleikurin merkir, at Kyndil fylgir Neistanum úr bólki 2 til hálvfinalurnar.
Um Kyndil vinnur á VB við tveimum málum ella meira suðuri í Vági komandi sunnudag, so vinnur Kyndil bólk 2 við betri málmuni enn Neistin.
Turið Arge Samuelsen var toppskútti hjá Kyndli við níggju málum. Bjørk F. Joensen var toppskjútti hjá Neistanum við tíggju málum.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
NEISTIN | 3 | 99 | 89 | 10 | 5 |
KYNDIL | 2 | 62 | 53 | 9 | 3 |
STÍF | 3 | 87 | 87 | 0 | 2 |
VB | 2 | 55 | 74 | -19 | 0 |