Faxe Kondi: Javnleikur millum Team Klaksvík og Neistan

Neistin var frammanfyri við fimm málum í steðginum

Ein dystur var leiktur í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.

 

Team Klaksvík tók móti Neistanum í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 

Í steðginum var Neistin á odda 15-10. Eitt skiftið í seinna hálvleiki var Neistin á odda 21-14, men heimaliðið var sum hamskift eftir tað, og við stórskjúttanum Vuk Stevanovic á odda eydnaðist tað Team Klaksvík at tryggja sær ein sera týðandi javnleik 26-26 og harvið eitt stig. 

 

Hini liðini í bólki 1 eru H71 og H71 2.

 

Team Klaksvík-Neistin 26-26 (10-15)

 

Málskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 11, Vilhelm Vilhelmsen 5, Ludvík Súnason 2, Beinir Johannesen 2, Sámal á Tjaldrafløtti 2, Jens Pauli Mohr 2, Jan Eli Ragnarsson 1, Valentino Valentakovic 1. 

 

Málskjúttar Neistin: Ágúst Óskarsson 7, Ísak Vedelsbøl 5, Johannes Bjørgvin 5, Felix Kjartansson 4, Pauli Høj 3, Jann Rói Torfinsson 2. 

 

 

 

Leygardagur 22. jan 2022

kl. 16.00 H71 – Neistin

kl. 19.00 Team Klaksvík – H71 2

 

Týsdagur 25. jan 2022

kl. 18.15 H71 2 – H71

 

Sunnudagur 30. jan 2022

kl. 16.00 H71 – Team Klaksvík

kl. 20.00 Neistin – H71 2