Stjørnan hevur vunnið seg í hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.
Hetta gjørdi Stjørnan við at vinna stórsigur 37-24 á StÍF í dysti í bólki 1 í KÍ-høllini í kvøld.
Longu í steðginum stóð fólki greitt hvønn veg tað bar. Stjørnan var á odda 18-8 í steðginum.
Í hálvfinalunum í februar skal Stjørnan spæla móti Kyndli. Í hinum hálvfinalunum møtast H71 og Neistin.
##med2##
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med3##