Faxe Kondi: Kyndil vann greiðan sigur á StÍF

StÍF røkkur ikki hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum á hesum sinni

Turið Arge Samuelsen skoraði 10 mál fyri Kyndil, og Nastasja Hammer skoraði níggju mál fyri StÍF

Eisini í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum var ein dystur leiktur í kvøld.

 

Í høllini á Hálsi í Havn tók Kyndil móti StÍF. 

 

Kyndil vann greitt 34-25. Í steðginum vóru Kyndilskvinnur á odda 14-10.

 

Hetta er fyrsti dysturin hjá Kyndli í bólki 1. 3. november skuldu tær spæla móti VB í Vágshøll, men tann dysturin var avlýstur.

 

Hinvegin var talan um triðja og seinasta dystin hjá StíF, sum við bert tveimum stigum fyri tríggjar dystir hevur útspælt sín leiklut í bólkinum.

 

Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. Natasja Hammer skoraði níggju mál fyri StÍF.

 

Í annaðkvøld klokkan 18.30 tekur Neistin móti VB í høllini á Hálsi.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL1342592
 NEISTIN1312832
 STÍF3878702
 VB12234-120

Turið Arge Samuelsen skoraði 10 mál fyri Kyndil, og Nastasja Hammer skoraði níggju mál fyri StÍF