Seinasti dysturin í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini var leiktur suðuri í Vági í dag.
Í Vágshøll tók VB móti Kyndli í bólki 2.
Kyndil vann stórsigur 36-21. Í steðginum vóru tær grønu á odda 17-12.
Úrslitið merkir, at Kyndil vinnur bólk 2 frammanfyri Neistan. Bæði hava fimm stig hvør, men Kyndil hevur betur málmun.
Kyndil møtir VÍF í hálvfinalunum, og Neistin møtir H71.
Nadja Pejovic var stórskjútti hjá Kyndli í dag við 13 málum. Sanja Pajic var toppskjútti hjá VB við seks málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 3 | 98 | 74 | 24 | 5 |
NEISTIN | 3 | 99 | 89 | 10 | 5 |
STÍF | 3 | 87 | 87 | 0 | 2 |
VB | 3 | 76 | 110 | -34 | 0 |