Farnu átta kappingarárini hevur H71 sitið tungt á steypakappingini hjá monnum. Hoyvíkingar hava síðani 2016 vunnið sjey av átta steypakappingum, men hesaferð fáa vit ein annan steypavinnara.
Tað vera KÍF og Kyndil sum vinna seg víðari úr bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Kyndil vann í høllini á Hálsi í Havn 28-26 á H71. Í steðginum vóru kyndilsmenn á odda 14-13.
Tá færri enn átta minuttir vóru eftir var støðan javnleikur 25-25, men seinastu løtuna koppaði tað til Kyndil.
William Skovsager negldi fyri tá hann við 27 sekundum eftir á klokkuni skoraði til 28-26, og so kundi heimafjøldin stórfegnast.
Tobias Thisen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. Sveinur Olafsson skoraði átta mál fyri H71.
KÍF vann í høllini í Kollafirði trivaligan 30-21 sigur á Team Klaksvík. Tað lá sera væl fyri hjá kollfirðingum í fyrra hálvleiki. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda heili 18-9.
Fríði Weyhe var toppskjútti hjá KÍF við fimm málum. Súni E. Dalsgaard var toppskjútti hjá Team Klaksvík við seks málum.
Kyndil møtir Neistanum og KÍF møtir VÍF í hálvfinalunum, so fýra rimmar grannauppgerðir eru í væntu.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Kyndil-H71 28-26 (14-13):
##med2##
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum KÍF-Team Klaksvík 30-21 (18-9):
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 3 | 87 | 75 | 12 | 4 |
KÍF | 3 | 75 | 72 | 3 | 4 |
H71 | 3 | 79 | 74 | 5 | 2 |
TEAM KLAKSVÍK | 3 | 71 | 91 | -20 | 2 |