Faxe Kondi: VÍF vann fyrsta dystin í bólki 2

Vestmenningar løgdu góðan botn undan grannauppgerðini móti KÍF sunnudagin

Savnsmynd

Savnsmynd

Fyrsti dysturin í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini var leiktur í kvøld.

 

VÍF vann 28-22 á StÍF í høllini í Vestmanna. VÍF var á odda 17-11 í steðginum, og megnaðu teir at halda munin í seinna hálvleiki.

 

Hini bæði liðini í bólkinum eru KÍF og Kyndil. Sunnudagin verður eitt brak av einum dysti í Vestmanna, tá er grannauppgerð millum VÍF og KÍF. Ein dystur sum telur nógv fyri báðar partar. 

 

Hósdagur 27. jan 2022

kl. 20.00 KÍF – Kyndil

 

Sunnudagur 30. jan 2022

kl. 16.00 Kyndil – StÍF

kl. 16.00 KÍF – VÍF

 

Mikudagin 2. feb 2022

kl. 20.00 VÍF – Kyndil

kl. 20.00 StÍF – KÍF

 

VÍF-StÍF 28-22 (17-11)

 

Málskjúttar VÍF: Jóhan í Garðastovu 7, Hallur Arason 6, Filip Jojic 4, Hanus Christophersen 3, Kristian Jensen 2, Magnus Müller 2, Andrias Eriksen 2, Eyði Bjargarson 1, Rúni Fossdal 1. 

 

Málskjúttar StÍF: Bjarni í Selvindi 6, Georghe Petrea 4, Pætur Barclay 4, Jógvan Joensen 3, Pætur Johansen 2, Sveinur Justinussen 2, Steinar Prestá 1. 

 

 

 

Savnsmynd

Savnsmynd