Faxe skal hjálpa Jákupi

Fótbóltur: Herfølge-venjarin skal hjálpa føroyska landsliðsmálverjanum at fáa sáttmála í Englandi ella Skotlandi

Í gjár skuldi Jákup Mikkelsen samráðast við Herfølge. Ætlanin er at sáttmálin millum partarnar, sum gongur út næsta summar, skal leingjast við tveimum árum.

Men samstundis staðfesta báðir partar, at ætlanin er ikki, at sáttmálin skal haldast, tí Jákup Mikkelsen hevur sett sær fyri at fáa kjans í útlandinum.

Ein partur av avtaluni millum Herfølge og Jákup er, at venjarin hjá Herfølge, John Faxe Jensen, skal hjálpa Jákupi at fáa sáttmála í Onglandi ella Skotlandi. Og tað skal gerast sum skjótast.

Faxe hevur nógvar góðar kontaktir í landinum, har hann spældi fótbólt síni bestu ár, og hann varð eisini við í spælinum, tá Jákup herfyri fekk møguleikan at venja í Premier League liðnum Leeds. Teirri venjingini var Jákup vónbrotin av, men hann hevur ikki mist mótið um at fáa ein sáttmála í Bretlandi.

Jákup er málverji á oddaliðnum í superligaliðnum, og hóast hann ikki hevur so nógv at gera, sum tá Herfølge plagdi at stríðast í botninum, verður hann framvegis mettur at verða millum bestu málverjarnar í superliguni.

Og nú vónar Jákup, at tað við hjálp frá John Faxe Jensen fer at bera til at fáa sáttmála í Englandi ella Skotlandi.