FC Barcelona fær kendan hjálparvenjara

Gamal svenskur málrevur verður ein av hjálparvenjarunum undir Ronald Koeman í FC Barcelona.

Tann vælkendi svenski fyrrverandi málrevurin, Henrik 'Henke' Larsson, verður ein av nýggju hjálparvenjarunum í spanska stórfelagnum, FC Barcelona. Tað kunnger felagið á heimasíðu sínari.

Henrik 'Henke' Larsson skal virka sum hjálparvenjari undir Ronald Koeman, sum fyrr í vikuni varð settur í starv sum nýggjur høvuðsvenjari eftir tann nú frákoyrda Quique Setién.

Ein annar hjálparvenjari verður eisini í venjaratoyminum. Tað verður hollendski Alfred Schreuder, sum seinast var høvuðsvenjari í týska Hoffenheim.

Henrik 'Henke' Larsson, sum sjálvur spældi við FC Barcelona tíðarskeiðið frá 2004 til 2006, hevur higartil bara verið venjari í Svøríki, eitt nú í heimbýarfelagi sínum, Helsingborgs IF.