FC Barcelona keypt ein danskara afturat

La Liga: Martin Braithwaite hevur fingið ein landsmann at tosa við í FC Barcelona

FC Barcelona hevur í dag boðað frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við tveir nýggjar spælarar. Talan er um danska landsliðsspælaran Andreas Christensen, og fílabeinsstrandingin Franck Kessié. Teir koma frá ávikavist Chelsea og AC Milan.

 

Tað kom óvart á, tá FC Barcelona uttanfyri flytingarvindeygað í 2020 fekk serloyvi, at keypa Martin Braithwaite frá Leganés. Danski landsliðsspælarin hevur fyri tað mesta siti á bonkinum, men nú hevur hann fingið ein landsmann at tosa við.

 

Søgurnar hava leingi sagt, at FC Barcelona og Andreas Christensen hava gjørt eina avtalu. Sáttmálin við Chelsea gekk út í summar, og tað endaði við at danski miðverjin valdi at sita yvir nakrar dystir, hóast tað vóru boð eftir honum.

 

FC Barcelona hevur eisini tryggja sær miðvallaran Franck Kessié. Hann var í ár við til at vinna italska meistaraheitið við AC Milan. Sáttmálin hjá honum gekk somuleiðis út, og hevur skift til katalanska stórfelagið.

 

Tað er við nýggjum íløgum, at FC Barcelona nú verður sett í samband við fleiri nýggjar spælarar. Talan er um Robert Lewandowski úr Bayern Munchen, Bernardo Silva úr Manchester City og Raphinha úr Leeds United.

 

Joan Laporta, forseti í FC Barcelona, hevur eisini avvíst, at felagið er í holt við at selja Frenkie de Jong til Manchester United. Hollendski miðvallarin er væl lýddur, men felagið hevur verið fíggjarliga kroyst til at umhugsa at selja.

 

Nýggju spælararnir verða kunngjørdir á nýnevnda Spotyfi Camp Nou komandi dagarnar.