FC Barcelona rindar hægstu lønirnar

Her eru tey tíggju feløgini, sum rinda mest í løn um árið í fótbólti

FC Barcelona er tað fótbóltsfelagið í heiminum, sum rindar mest í løn. Tað staðfestur Global Sports Salaries Surveym, stytt GSSS, í nýggjastu kanningini. 

 

Katalanska stórfelagið rindar 88 milliónir krónur í miðal til hvønn spælara á besta liðnum, uttan bonus. Næstir teimum koma arvafíggindarnir úr Real Madrid, meðan Juventus er á triðja plássið. Manchester United, sum rindar áleið 55 milliónir krónur um árið í miðal til sínar spælarar, er á fjórða plássi.

 

Sagt verður um FC Barcelona, at Lionel Messi er tann spælarin, sum fær hægstu lønina. Hon liggur um 412 milliónir krónur um árið. Hartil hava spælarar sum Gerard Pique, Sergi Roberto, Samuel Umtiti og Sergio Busquets longt sáttmálan, meðan nýggir spælarar sum Philippe Coutinho, Arthur, Malcolm og Arturo Vidal eisini leggja afturat miðal.

 

Her eru tó ting, sum kunnu setast spurnartekin við. Feløg sum PSG, Manchester City og Chelsea eru ikki bleyt fyri at keypa spælarar, har serlga tey fyrrnevndu eru undir illgruna fyri, at verða í so kreativ við lønum. Onnur gjalda nógv í bonus.

 

Løn um árið í miðal til hvønn spælara á besta liðnum sambært GSSS:

1. Barcelona – 88 milliónir krónur

2. Real Madrid - 68 milliónir krónur

3. Juventus – 56 milliónir krónur

4. Man Utd – 55 milliónir krónur

5. Bayern Munich – 53 milliónir krónur

6. Atletico Madrid – 52 milliónir krónur

7. PSG – 51 milliónir krónur

8. Man City – 50 milliónir krónur

9. Chelsea – 42 milliónir krónur

10. Liverpool – 41 milliónir krónur