FC Hoyvík nærkast oddanum

Svenn F. Jacobsen legði HB á odda, tá lítil løta restaði í av fyrra hálvleiki. Men beinanvegin eftir hvíldina vóru Jørgin Meitilberg og Svenning Hansen á blettinum fyri FC Hoyvík.

HB royndi at trýsta seinastu løtuna, men hoyvíkingarnir vardu væl.

Hanus Thorleifsson spældi á miðvøllinum hjá HB, og varð útskiftur miðskeiðis í seinna umfarinum.

 

HB ? FC Hoyvík 1-2 (1-0)

1-0: Svenn F. Jacobsen

1-1: Jørgin Meitilberg

1-2: Svenning Hansen