FC Hoyvík skal hava nýggjan samleika

Navnið er broytt og nú skal samleikin eisini broytast

Á eykaaðalfundin eftir kappingarárið, hevur nýggj nevnd tikið við í fótbóltsfelagnum í Hoyvík. Felagið hevur broytt navn frá Giza Hoyvík til FC Hoyvík. Nú ynskir felagið eisini nýggjan samleika.

 

Les eisini: Giza Hoyvík skiftir navn

 

Nýggja nevndin hevur útskrivað kapping um nýtt búmerki, har tað stendur frítt at velja millum litir og snið. Sagt verður millum annað, at búmerkið skal kunna nýtast á eitt nú spælibúna, heimasíðuni og marknaðarføringstilfari. Uppskot skulu vera FC Hoyvík í hendi í seinasta lagi 18. december.

 

Nýggj í nevndini, sum ikki hevur skipað seg enn, er (í raðfylgja frá vinstru til høgru á myndini omanfyri): Frankie Jensen, Joan Eiðisgarð, Jón Danielsen, Niklas Samuelsen, Heidi Kollsker, Janus Joensen og Rúni Djurhus. Svanhilda Norðerg (varalimur) er ikki við á myndini.