Í kvøld hevði FC Hoyvík vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Gestirnir fóru í tunnilin aftur við 1-0 sigri. Einsamalla málið skoraði Jógvan Højgaard í 63. minutti. Hetta var fjórða málið hjá honum í næstbestu deildini í ár. Uppleggið átti Meinhard D. Geyti.
Dygst undan steðginum sá Kári Johannesen hjá NSÍ beinleiðis reytt kort. NSÍ var tískil undirmannað allan seinna hálvleik.
Síðstu løtuna spenti FC Hoyvík av álvara álopsbogan. Eitt nú vann FC Hoyvík 11 hornaspørk, meðan NSÍ vann seks hornaspørk, men hóast teir í meiri enn trý korter vóru 11 ímóti 10, so eydnaðist tað eydnaðist ikki heimamonnunum at fáa bóltin í málið aftanfyri Jón Petur Thomsen.
Hetta var fyrsta tapið hjá FC Hoyvík síðani 14. juni, tá ið FC Hoyvík tapti 3-1 á útivølli ímóti Víkingi. Síðani tapti liðið ikki í sjey dystum. Kortini er FC Hoyvík undir niðurflytingarstrikuni. Tað kemst av, at í fýra av teimum sjey dystunum endaði tað javnt, meðan FC Hoyvík vann tríggjar dystir.
NSÍ sigurin í kvøld var sera søtur. Hann er tann fyrsti síðani 15. juni, og nú er samlaða úrtøkan 25 stig. NSÍ er á sjeynda plássi, og tað eru sjey stig aftur til KÍ, átta stig aftur til FC Hoyvík og 14 stig aftur til HB.
Um tvær vikur fer FC Hoyvík at spæla á útivølli ímóti KÍ, og tá fær NSÍ vitjan av HB.
Í morgin vera tríggir dystir:
KÍ – AB: Áki Leitisstein Hansen kl. 17.00
HB – TB: Árni Brandsson Petersen kl. 13.00
B71 – B36: Jákup Øssursson Mohr kl. 16.00.