FC Roskilde tapti uttan Atla

Atli Danielsen var leikbannaður, og mátti tí sita uttanfyri og síggja sínar liðfelagar í FC Roskilde tapa 1-3 ímóti FC Vestsjælland á útivølli í Slagelse.

 

Støðan í hálvleikinum var 1-0 til FC Vestsjælland. Tíðliga í seinna hálvleiki økti heimaliðið, men 11 minuttir undan leikloki fekk Tobias Perch-Nielsen spenning í aftur dystin. Liðfelagarnir hjá Atla satsaðu seinastu løtuna fyri at koma uppá javnleik, men ístaðin gjørdist tað heimaliðið, sum skoraði til 3-1 í yvirtíðini.

 

Næsta sunnudag spælir FC Roskilde á útivølli ímóti FC Hjørring í Norður-Jútlandi.

 

Av lestrarávum verður Atli ikki við føroyska landsliðnum, sum skal spæla EM-undankappingardyst ímóti Estlandi mikukvøldið.