FC Suðuroy: Brekkan brøtt í Vági

Setningurin hjá óroyndu suðuroyingunum og útlendsku stuðlunum í FC Suðuroy er at halda tørn um plássið í bestu deildini

Í heyst eru tíggju ár liðin, síðani vágbingar og VB-viðhaldsfólk fóru ovurfegin úr Gundadali, eftir at tað var greitt, at VB fyri fyrstu ferð nakrantíð hevði vunnið meistaraheitið. Millum lyklaspælararnar á tí liðnum var Jón Pauli Olsen. Nú er hann venjari í FC Suðuroy.
Millum spælararnar eru eisini tveir aðrir, sum fyri tíggju árum síðani taldust millum meistararnar. Teir eru Palli Augustinussen og Dan Djurhuus, sum eru teir mest royndu spælararnir í 2010-útgávuni.
Í fjør var Pól Thorsteinsson millum stuðulsspælararnar á liðnum, ið vann sær uppflyting, men veteranurin boðaði síðani frá, at hann hevði ikki ætlanir um enn eina ferð at spæla í fremstu røð. Pól hevur hildið orð, tí hann er ikki á spælaralistanum. Um hann so kortini verður at síggja seinni í summar, fæst at síggja!
Suðuroyingarnir hava fingið tríggjar útlendingar at hjálpa sær, og teir vóna, at ein útlendingur aftrat kemur til Vágs. Áður hevur tað ofta víst seg, at teir í Vági hava verið hepnir við útlendskum spælarum. Fyritreytirnar hjá FC Suðuroy at standa seg eru nógv tengdar at, hvussu teir tríggir útlendingarnir fara at hilnast.
33 ára gamli málverjin Stanislav Kuzma úr Slovenia hevur royndir úr bestu deildini í heimlandinum, umframt at hann hevur roynt seg á Kypros. 19 ára gamli Mustafa Adamu úr Ghana ætlast stóran leiklut í verjuni, og í álopinum verður vónað, at 25 ára gamli Obi Ikechukwu Charles úr Nigeria verður førur fyri at gera um seg.
Veteranarnir í verjuni eru Suni úr Hørg, Sonne Kjærbo og Kári í Lágabø. Hinir verjuspælararnir hava ikki nógvar royndir í fremstu røð – Heini Bech, Hallur Poulsen, Teitur Tausen og Heini Vatnsdal. Á miðvøllinum eru royndirnar heldur ikki nógvar. Veteranarnir Palli Augustinussen og Dan Djurhuus fara at spæla saman við Hartmann Hansen, Henning Joensen og Martin Tausen. Jón Krosslá Poulsen er royndasti millum teirra, sum skulu hjálpa nigerianska álopsspælaranum. Hinir eru John Poulsen, Arthur Tausen og blaðungi Tóki Brattalíð.
Vanliga verður roknað við, at allir spælararnir møta til venjingar hvørt kvøld. Soleiðis er tað ikki í Vági, men orsøkin er einføld. Fleiri av suðuroyingunum, sum spæla við FC Suðuroy, arbeiða norðanfjørðs. Tí ber teimum bara til at venja um vikuskiftið. Meðan teir eru í høvuðsstaðnum, venja teir á Argjum.
Umstøðurnar eru ikki so góðar at fyrireika seg til nýggja kappingarárið í Vági, sum tær eru í hinum feløgunum. Men Jón Pauli Olsen og hansara menn gremja seg ikki. Teir kenna til umstøðurnar. Annaðhvørt vikuskifti, frá kappingarbyrjan síðst í mars og fram til miðjan oktober, ferðast teir norður um Suðuroyarfjørð at spæla. Sammett við hini feløgini, nýta suðuroyingarnir nógva tíð til ferðing. Tað er teirra lutur.
Nú teir aftur royna seg í bestu deildini, eru teir ikki lopnir á bláman. Vónin er, at samanhald og arbeiðssemi skulu bera tey stigini við sær, ið skulu til, um FC Suðuroy eisini næsta ár skal spæla í bestu deildini. Talan er um stóra avbjóðing, men í Vági bakka tey ikki fyri avbjóðingum.