FC Suðuroy, sum skal spæla í næstbestu deildini í 2011, hevur knýtt ein danskan framherja at hópinum. Talan er um 24 ára gamla Nicklas Paulsen, sum hevur skotið eina rúgvu av málum í Danmarksseriuni.
Framherjin hevur verið í samráðingum við fleiri donsk feløg, men uttan at gera nakra avtalu, so nú hevur hann leitað sær til Føroya í staðin, skrivar www.ligabold.dk.
– Støðið svarar til Danmarksseriuna, og umstøðurnar eru fínar, sigur hann í stuttari viðmerking við heimasíðuna.
Nicklas Paulsen skjeyt 18 mál fyri Svebølle í Danmarksseriuni síðsta kappingarár.