Við 2-0 heimasigri á teimum næstbestu hjá KÍ í dag tók FC Suðuroy seg fram á næstfremsta plássið, har suðuroyarliðið saman við B68, sum hevur fulla úrtøku, er á uppflytingarkós.
Sambært skránni skuldi FC Suðuroy havt spælt í Klaksvík leygardagin, men tað bar ikki til, tí so nógvur kavi var niðurkomin norðanfyri. Tí varð avgjørt, at klaksvíkingar skuldu fara til Vágs sunnudagin. Fyrsta bríkslið skuldi vera klokkan 14.45, men tá kavaði so mikið nógv, at tað ikki bar til at spæla. Tjúgu minuttir seinni vóru líkindini betri, og so varð spælt.
Unga og skjóta KÍ liðið legði bragdliga fyri, uttan at tað eydnaðist at fáa mál.
FC Suðuroy setti hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá ið John Tordar Poulsen eftir framlegging úr høgru snittaði bóltin í málið aftanfyri Fríða Sigurðsson.
Tá ið ein hálvur tími restaði, staðfesti Palli Augustinussen sigurin eftir innlegg úr vinstru.
Víkingur vitjaði seinnapartin við Margáir, har tað eydnaðist heimaliðnum at vinna 1-0. Jónstein Magnussen skoraði sigursmálið lítla løtu eftir steðgin.
Víkingur hevði gyltan møguleika at leggja seg á odda, men Per Gregersen misnýtti brotsspark í 12. minutti.
EB/Streymur-Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Jónstein Magnussen 51.
FC Suðuroy-KÍ 2-0 (1-0)
1-0: John T. Poulsen 22.
2-0: Palli Augustinussen 60.
Støðan
B68 12 stig
FC Suðuroy 9 stig
HB 6 stig
Skála 6 stig
EB/Streymur 5 stig
TB 4 stig
B71 4 stig
Víkingur 3 stig
KÍ 3 stig
B36 3 stig
KÍ og Víkingur hava spælt tríggjar dystir, og hini liðini hava spælt fýra dystir.
hagtøl: faroesoccer.com
mynd: sudurras.fo