FC Suðuroy vann í kvøld 3-1 á 07 Vestur, sum við einum sigri hevði tryggjað bæði sær og EB/Streymi uppflytingina til Effo-deildina. Uppflytingarveitslan verður sostatt fyribils útsett.
Les eisini: Kann avgerast í kvøld
07 Vestur hevði annars kós móti at endaliga staðfesta uppflytingina, tá Tóki á Lofti legði gestirnar á odda vestri á Eiðinum. Tað gjørdi hann longu aftaná fimm minuttir.
Helst mundu gestirnir fara ov tíðliga til hálvleiks, og koma ov seint út aftur. Tí ein minutt fyri hálvleik javnaði Teitur Mortensen, meðan Búi Egilson legði FC Suðuroy á odda bara tveir minuttir inn í seinna hálvleik.
Stutt fyri tíman avgjørdi sami Búi Egilson, tá hann økti til 3-1, sum eisini bleiv úrslitið. FC Suðuroy hevur við sigrinum lagt seg trygt á triðja plássið.