FC Suðuroy víðari í steypakappingini

Á Eiðinum í Vági var tað heimaliðið, ið vann oyggjaruppgerð.

Kappingin um Løgmanssteypið 2016 hjá monnum fór av bakkastokki í dag. Liðini, ið sluppu at seta skjøtul á kappingina, vóru suðuroyarfeløgini bæði, FC Suðuroy og Royn. Talan var um undanumfar til áttandapartsfinalurnar, ið verða spældar í apríl mánaði.

 

FC Suðuroy spælir í 1. deild, meðan Royn er í 2. deild, og tí var onki at siga til, hvør var favorittur av vinna hendan dystin. Og favorittliðið á heimavølli, FC Suðuroy, skuffaði eiheldur. Í fyrra hálvleiki var munurin á liðunum stórur, og var FC Suðuroy á odda heili 3-0, tá ið liðini fóru til hálvleiks. Málskjúttar vóru Búi Egilsson, Teitur Krosslá Mortensen og georgiski Valerian Iobashvili.

 

Í seinna hálvleiki var tó meira veiggj í Royn, sum við málum frá Jón Thomsen og Chris H. Craib skapti spenning í dystin. At enda skoraði Teitur Krosslá Mortensen tó sítt annað mál í dagsins dysti, og harvið vann FC Suðuroy 4-2.

 

Hesin dysturin var tann eini av tveimum undandystum til áttandapartsfinalurnar. Hin undandysturin verður spældur ímillum MB og Undrið leygardagin í Miðvági.