FC Suðuroy fekk málmannin útvístan longu eftir ein hálvan tíma, men megnaði alíkavæl at vinna oddabrakið á Argjum móti AB í 1.deild hjá monnum. Dagsins hetja gjørdist framherjin, John T. Poulsen, ið vardi málið hjá FC Suðuroy meistarliga í ein tíma.
Fyrsta hálva tíman hendi ikki so nógv á Argjum. FC Suðuroy kundi liva við einum javnleiki, meðan AB hevði eitt sindur ilt við at koma fram til teir heilt stóru málmøguleikarnar. Tá ein hálvur tími er leiktur fær FC Suðuroy málverjin, Stanislaw Kuzma, beinleiðis reytt kort, fyri at fella Alex Mellemgaard stutt uttan fyri brotsteigin, eftir at hesin brádliga gjørdist leysur.
FC Suðuroy hevði ongan eyka málverja og tí varð John T. Poulsen koyrdur í mál. Hann er høgur av vøkstri og søgan sigur, at hann sum yngri á spæliplássinum royndi seg sum málverja. Tað kom honum og FC Suðuroy til góðar í dag.
Eftir útvísingina setti AB seg á alt og fyri uttan tað eina mótálopið, so kringsetti AB brotsteigin hjá gestinum. Einu ferðina mátti nýggi málverjin toyggja seg eftir bóltin. Tað gjørdi hann eitt sindur ótradionelt, tí hann kastaði seg við beininum fremst.
Seinni hálvleikur byrjaði eisini við einum AB trýstið, men heldur ikki tað gav mál. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik fór FC Suðuroy í mótálop. David Asare var um reppið at leggja gestirnar á odda. Minuttin eftir fekk FC Suðuroy horna í vinstru. Tað endaði við, at Kári í Lágabø tætt undir málinum fekk prika bóltin í kassan.
FC Suðuroy megnaði at halda AB frá fatinum og vinna oddabrakið á Argjum undir serligum umstøðum. Fyri argjamenn kom ósigurin illa við, tí teir eru nú ájavnir við TB, sum vann stórt á 07 Vestur.
Í botninum lagaðu úrslitini illa fyri FC Hoyvík, sum nú er undir niðurflytingarstrikuni. FC Hoyvík tapti 2-0 fyri Víking, menðan HB vann á NSÍ og EB/Streymur vann á Skála.
1.deild í dag:
AB FC Suðuroy 0-1 (0-0)
0-1 Kári á Lágabø, 54
Reytt kort: Stanislaw Kuzma, 26
EB/Streymur Skála 2-1 (2-0)
1-0 Hanus Olsen, 31
2-0 Poul G. Olsen, 34
2-1 Brian Jacobsen, 90
Reyt kort: Suni Ernstsson, 90
FC Hoyvík Víkingur 0-2 (0-1)
0-1 Jan Poulsen, 1
0-2 Andras Mikkelsen, 90+3
HB NSÍ 4-3 (2-1)
1-0 Pál M. Joensen, 5
1-1 Andrias á Líknagøtu, 24
2-1 Óli Arge, 25
2-2 Rógvi Højgaard, 59
3-2 Magnus Egilsson, 61
4-2 Rógvi Reinert, 64
4-3 Kristian í Lon Olsen, 69
TB 07 Vestur 7-0 (4-0)
1-0 Dmitrije Jankovic, 27
2-0 Bojan Timic, 35
3-0 Rógvi Joensen, 37
4-0 Teitur Justinussen, 45
5-0 Rógvi Joensen, 46
6-0 Magnar Vang, 62
7-0 Teitur Justinussen, 74
Støðan í 1.deild:
1. FC Suðuroy 55
2. AB 46
3. TB 46
4. NSÍ 32
5. Skála 31
6. Víkingur 28
7. EB/Streymur 22
8. HB 21
9. FC Hoyvík 20
10. 07 Vestur 0