Síðsti dysturin í 24. umfari í næstbestu deildini var spældur á Vágseiði seinnapartin sunnudagin. FC Suðuroy hevði vitjan av B71, og úrslitið var, at heimaliðið vann 6-2, eftir at støðan í hálvleikinum var 4-1. Heimaliðið skoraði trý mál tríggjar teir síðstu minuttirnar av 1. hálvleiki.
Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy framvegis er við í kappingini um uppflytingina.
B68 er fremst við 47 stigum, Skála og HB hava 42 stig, og FC Suðuroy hevur 40 stig. Tað resta trý umfør í 1. deild.
FC Suðuroy-B71 6-2 (4-1)
1-0: Patrik Johannesen 13.
1-1: Johan Hendrik Lydersen 26.
2-1: Reidar Dahl Joensen 43.
3-1: Búi Egilsson 44.
4-1: Jón Krosslá Poulsen 45.
5-1: Teitur Mortensen 60.
5-2: Dan í Soylu 62.
6-2: Patrik Johannesen 69.