Í sunnaru helvt av Suðuroynni fegnast tey um, at FC Suðuroy aftur er at finna í fremstu fótbóltsdeildini. Hetta gjørdist veruleiki, tá FC Suðuroy vann 3-1 á NSÍ á heimavølli.
Høvuðsvenjarin hjá FC Suðuroy, Jón Pauli Olsen staðfestir, at tað var eitt gott NSÍ lið teir spældu ímóti, og tað var ikki fyrrenn í seinna hálvleiki, at sigurskósin gjørdist vís. Jón Pauli fegnast um avrikið hjá sínum unga liði, men hann slær fast, at FC Suðuroy má helst styrkja seg við útlendskum spælarum, um teir skulu hava ein møguleika at yvirliva í effodeildini komandi ár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Jón Paula Olsen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.