Giza/Hoyvík hevur júst kunngjørt, at Heini Bech verður partur av hópinum til komandi kappingarár.
Giza/Hoyvík skrivar á almennu facebooksíðuni: - "Heini Bech hevur í Føroyum altíð umboðað FC Suðuroy og VB/Sumba. Maðurin er porkeringur og telur 25 ár. "Heini er ein leikari, sum umbodar alt tad, vit hava brúk fyri áðrenn eina knallharða kapping vid 27 dystum. Mentalt er hann altíd 100% til staðar, tí hvør einasti bóltur telur; bæði til venjing og í dystum. Heini hevur í hesum kappingarárinum vant her í Havn vid okkum og hann hevur altíð víst veg og tikið ábyrgd til venjing, hóast hann ikki hevur spælt dyst vid okkum, og tí fegnast vit um, at hann nú fer at draga svørt/lillalittu blusuna yvir høvdið komandi kappingarár.", sigur formaðurin Kenneth Hovgaard Djurhuus. Heini hevur hóast unga aldur drúgvar royndir í bestu og næstbestu deildini, og hetta vóna vit kemur at gera mun, tá kappingin verður skotin í gongd komandi ár." Skrivar Giza/Hoyvík.
Tilgongdin av Heina Bech má sigast at verða enn ein staðfesting av, at Giza/Hoyvík ætlar at stabilisera seg í 1. deild komandi kappingarár.