FCK bíðar eftir steypafinaluni

Fótbóltur: Bæði Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen taptu í meiri ella minni týdningarleysum dystum

Summi vikuskifti gongur sum eftir ánni hjá feløgunum, sum teir báðir føroyingarnir, Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen, umboða í Danmark, og viðhvørt gongur minni væl.

Hetta vikuskiftið var soltið bæði hjá Toda og Jákupi.

FCK var á gamla heimavøllinum hjá Toda í Lyngby, og teir høvdu nógv viðhaldsfólk við sær. Vanliga plaga tað at vera undir tvey túsund og hyggja at í Lyngby, men hesa feð vóru 6.015. Heimaliðið vann 2-1, og tað var álopsfelagin hjá Toda, Thomas Thorninger, sum javnaði til 1-1, tá seinna umfarið var fimm minuttir gamalt. Lyngby var komið á odda eftir 41 minuttir, og teir fingu sigursmálið, tá tað restaðu tíggju minuttir.

Donsku fjølmiðlarnir siga, at hesa ferð eydnðist einki hjá FCK, sum ger best í at gloyma hesa uppgerðina sum skjótast. Todi Jónsson spældi 77 minuttir, so varð hann avloystur av Kenneth Jensen.

Peter Nielsen og Lars Højer teljast millum lyklaspælararnar hjá FCK, og teir vórðu eisini skiftir út. Tað kundi bent á, at teir í FCK eru farnir at hugsa um steypafinaluna, sum verður annan hósdag.

Jákup Mikkelsen og Herfølge vóru í Aarhus, har 6.276 áskoðarar og teirra millum nógvir føroyingar staðfestu, at hvørki av liðunum hevur nakað at spæla um hesi síðstu umførini í superliguni. AGF vann 2-0. Eftir innlegg skoraði Carsten Hallum við aftara stólpa, tá 39 minuttir vóru farnir, og eftir 87 minuttir staðfesti Kern Lyhne við máli, sum verður nevnt kanónmál.

Brøndby hevur so at siga vunnið DM eftir 7-1 sigur á Aarhus Fremad. Ein og sami spælari, Bo Hansen, sum annars fyri tað mesta hevur sitið á bonkinum, skoraði fimm mál.

Fyri annað plássið hjá FCK kom tað væl við, at Ikast púra óvæntað vann 2-1 móti Silkeborg. At Ikast vann kom ikki væl við hjá Aarhus Fremad, ið er á trið aftasta plássi og heldur ikki hjá OB, sum eftir 3-0 tap og tvær útvísingar í Vejle er á veg niður. Hetta liðið varð undan kappingarbyrjan roknað millum DM evnini. Í Gladsaxe vann AB 4-2 mótiAaB.

Nú hugsa fótbóltshugaðu danirnir mest um landsliðið og hvørjir spælarar fara at sleppa við til HM kappingina í Fraklandi, sum er knappar fýra vikur burtur.