Mikukvøldið gjørdi FC Keypmannahavn tað ógjørliga. Liðið skapti sensatión, tá ið tað vann 2-0 á útivølli ímóti hollendska felagnum Ajax. Hetta var seinasta innleiðandi umfar áðrenn bólkaspælið í Champions League, sum er lovaða landið í europeiskum fótbólti. FCK hevði tapt fyrra dystin á heimavølli 2-1, og tí skuldi danska felagið skorað tvey mál á útivølli. Og tað eydnaðist. Eitt korter inn í seinna hálvleik skoraði Michael Silberbauer, og eitt korter fyri leiklok gjørdi Ajax sjálvmál. FCK kláraði at halda leiðsluna og er nú til reiðar at taka lut í bólkaspælinum í Champions League. Lutakast verður um bólkarnar í morgin.