FCK enn ríkari

Tá tað kemur til peningaliga økið, er tað eingin av kappingarneytunum hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum stendur teimum kurl


 

Fótbóltspengar


Eingin ivi er um, at FCK er mest múgvandi felagið í donskum fótbólti, og tað er so avgjørt heldur einki, sum bendir á, at hendan støða verður broytt seinastu tíðina.

Í tíðindaskrivi í gjár boðaði leiðsla felagsins frá, at júst almannakunngjørdi hálvársroknskapurin vísir eitt yvirskot upp á 9,5 mió kr. Hetta er 2,4 mió kr. betri enn fyri sama tíðarskeið í undanfarna roknskaparári.

Betraða úrslitið hevur eisini viðført, at vónirnar til ársúrslitið eru øktar, og nú verður roknað við, at hetta verður á leið 20 mió kr., sum er nakað betri enn tað, sum varð mett við ársbyrjan.


110 mió afturat

Annars boðar leiðslan eisini frá, at felagið í løtuni arbeiðir við eini ætlan um at økja partapening felagsins enn meira.

Hesin skal ætlandi økjast við 70 mió.kr., og tá hetta verður gjørt til kurs 220, roknar leiðslan við, at felagið - umframt tær 70 milliónirnar í partapeningi ? eftir hækkanina hevur á leið 110 mió kr. meira at arbeiða við.

Henda upphædd samsvarar eisini við ígongdverandi arbeiðið við at leggja tak á Parkina. Sum kunnugt skal Parkin í ár verða karmur um melodi grand-prix, og er tað í hesum sambandi, at tak verður lagt á. Talan er um sonevnt skjótitak, sum ? alt eftir veðrinum ? kann vera drigið fyri.

Arbeiðið hevur eisini við sær, at fyrsti heimadysturin hjá FCK í vár skal spælast á Brøndby Stadion, og hetta er so avgjørt ikki nakað, sum FCK viðhaldsfólkini eru fegin um. Hinvegin kunnu tey fegnast, tá umbyggingin er liðug, tí tá nýtast hvørki viðhaldsfólk ella leikarar at hugsað um veður og vind. Í Parkini verður í øllum førum turt.